Tað verður Kári Bæk, sum fer at stjórna ólavsøkukórinum. Kórið verður mannað við kórsangarum og øllum, sum hava sangmál og eru áhugað fyri sangi.
Kári Bæk, sum er formaður í Kórsambandi Føroya, stjórnaði kórinum í fjør, og sambært skrivi frá Kórsambandinum, so verður tað aftur í ár Kári Bæk, sum fer at stjórna kórinum.
Kórið syngur á tinghúsvøllinum, tá ið skrúðgongan við prestum, politikarum og embætisfólki er komin úr kirkjuni og undir tinghúsið. Talan er í høvuðsheitinum um kendar sangir, og so verða onkrir í nýggjum útsetingum.
Venjingarnar verða í høllini á Læraraskúlanum. Lagt verður fyri annan sunnudag, 13. juli, klokkan 15-18, og so verður vant somu tíð sunnudagin 20. juli, mikudagin 23. juli kl. 19-22 og fríggjadagin 26. juli kl. 18-21.










