Á tingfundi seinnapartin í dag skal Løgtingið taka støðu til, um Henrik Old, landsstýrismaður, skal svara einum skrivligum fyrispurningi frá Kári P. Højgaard, løgtingsmanni, um tunlar.
Løgtingsmaðurin hevur níggju spurningar, sum hann vil hava landsstýrismannin at svara:
1. Hvat eru samlaði árligi rakstrarkostnaðurin, umdantikið rentur og avdrátt, fyri at reka Vágatunnilin og Norðoyatunnilin?
2. Trygdarkrøvini fyri undirsjóvartunlarnar herðast regluliga. Er tað rætt, at samsvarandi "norskum normum" fyri at halda framtíðar trygdarkrøv og ein støðugt dagførdan undirsjóvartunnil, eru útreiðslurnar mettar til áleið íløgukostnaðin 20. hvørt ár?
3. Ætlar landstýrismaðurin at fylgja norskum krøvum, ella fara vit at hava okkara egnu skipan?
4. Um ja, hvat sigur hon?
5. Hvussu stór er útreiðslan av at reka samlaða veganetið í Føroyum?
6. Hvussu stórt er "eftirsleipið" ella manglar í viðlíkahaldinum av landsvegakervinum?
7. Um kravið um ókeypis ferðslu í undirsjóvartunlunum til Vágar og Klaksvíkar verður gingið á møti, hvør verður fíggjarliga ávirkanin á framhaldandi raksturin til undirstøðukervið hjá Landsverki?
8. Kann landstýrismaðurin almannakunngerða spurnarkanningina, ið Tunnilsfelagið læt gera millum norðingar og vágafólk, um teirra meining um tunnilsgjald?
9. Um tað alsamt vaksandi kravi um ókeypis ferðslu í verandi undirsjóvartunlum verður gingið á møti, kemur tað so ikki at máa støðið undan einum samhaldsføstum Føroyum og eini framtíðarætlan um Suðuroyartunnil.
Í viðmerking til fyrispurningin nevnir løgtingsmaðurin eisini undirsjóvartunnil til Suðuroyar:
– Í politisku skipanini er ætlanin í mestan mun, at sambinda so stóran part av oyggjunum sum til ber við undirsjóvartunlum. Tí er, sum skilst, næsta stigið at kanna, um tað ber til at gera tunnil framhaldandi frá Sandoy til Suðuroy. Kann ein slík verkætlan fremjast í verki, er næsti avgerandi spurningurin, um tað fíggjarliga kann loysa seg við tunli, ella vit framhaldandi koma at nýta ferjusamband.
Landsverk hevur víst á, at verandi játtan til undirstøðukervi í fleiri ár ikki hevur verið nøktandi. Tí er spurningurin viðkomandi, hvat hendir, um útreiðslurnar av samlaða vegakervinum harafturat verða tyngdar við rakstrinum av tveimum ”ókeypis undirsjóvartunlum”, sigur Kári P. Højgaard.
Eftir atkvøðugreiðslu, um hesin spurningur skal svarast, eru ófráboðaðir fyrispuringar á skránni í Løgtinginum.