Kári slapp víðari í X Factor

Føroyski sangarin stóð seg væl og skal syngja í live-umførunum í X Factor

Kári Fossdalsá sang seg í kvøld víðari í live-umførini í donsku X Factor kappingini.

 

Seinasta upptøkuroyndin hjá honum var send á TV2 í kvøld, og Kári stóð seg sera væl. Dómarin Martin Jensen var hugtikin av framførsluni og sendi føroyska luttakaran víðari.

 

Live-umførini í X Factor byrja um tvær vikur. Tá hava teir tríggir dómararnir tríggjar luttakarar hvør við í kappingini – ein ungan solist, ein eldri solist og ein bólk.

 

Tina Mellemgaard er framvegis við í kappingini, og næsta fríggjakvøld verður greitt, um hon eisini sleppur til live-umførini. Um tað lukkast, verður tað fyrstu ferð, at tveir føroyskir sangarar vera við í live-partinum í X Factor.