Tað eru nøkur ár síðani at Kári Reynheim seinast var venjari hjá nøkrum føroyskum felagið. Ikki síðani í 2012, tá Kári Reynheim vandi besta liðið hjá NSÍ, hevur hann starvast sum venjari nakrastaðni.
Men komandi kappingarár verður Kári Reynheim aftur at síggja á síðulinjuni, har hann skal standa á odda fyri næstbesta liðnum og U-18 liðnum hjá AB. Hetta skrivar AB heimasíðan í kvøld.
Kári Reynheim hevur einaferð áður verið venjari á Argjum. Tað var hann í 2004, tá hann var venjari hjá besta AB liðnum, sum tá spældi í næstbestu føroysku deildini.
Sáttmálin millum Kára Reynheim og AB er galdandi fyri komandi kappingarár.









