Kari reisti málið

Í blaðnum í gjár staðfesti Karsten Hansen, at hann stutt undir samgonguslitinum í fjør setti í verk eina kanning, sum skuldi staðfesta, hvat veruliga gekk fyri seg, nú fleiri feløg lýstu við hækkinugm og lækkingum av partapeningi.
Tað kom tó ikki fram, at tað var eftir áheitan frá sjálvsstýristingmanninum, Kára P. Højgaard, at hetta varð gjørt.
Kári setti á heysti í 2003 fram fyrispurning um málið, tí hann helt tað vera løgið, at so nógv feløg lækkaðu partapeningin við útgjaldi eigararnar.
Fyrispurningurin varð sendur bæði fíggjar- og vinnumálaráðnum, og svarið til tingmannin var greitt. Nevnliga at kanning skuldi setast í verk, sum skuldi kortleggja, hvørt talan var um ein trupulleika í nýggju lóggávuni ella ikki. At landsstýrismaðurin í fíggjarmálum varð kunnaður um trupulleikan undan hesum, framgekk altso ikki ta ferðina.