Fyri stuttum varð gjørt av at leggja Mýrifípuna, Sóljuna og Smæruna saman í eitt umsitingarligt øki, og í tí sambandi varð lýst eftir einum leiðara.
- Nú er tað so greitt, at Kari Petersen hevur fingið starvið.
Tað veit Tvøroyrar kommuna at siga í dag.
Kari varð liðug sum námsfrøðingur í Havn í 2003. Hon arbeiddi sum varaleiðari í Vøggustovuni við Velbastaðvegin í Havn, til hon í 2006 flutti til Tvøroyrar, har hon hevði fingið starv sum námsfrøðingur í einum stuðulstoymi, ið júst var sett á stovn.
- Hetta toymið hevur í dag ment seg til eina námsfrøðiliga ráðgeving hjá Tvøroyrar kommunu. Her hevur Kari veitt starvsfólkunum í dagrøktini og dagstovnaøkinum námsfrøðiliga vegleiðing og ráðgeving í mun til teirra arbeiði við børnum.
Spurd, hví hon valdi at søkja leiðarastarvið, nú hetta varð lýst leyst, sigur Kari Petersen, at hon hevði hug til at royna okkurt nýtt innan hennara yrki.
- Tá so eitt leiðarastarv var tøkt, helt eg tað vera eina sera spennandi avbjóðing. Starvslýsingin eftirlýsti eisini fólki, ið veruliga brennur fyri tí námsfrøðiliga, og tað geri eg, sigur hon við heimasíðuna hjá Tvøroyrar kommunu.
Kari Petersen metir seg hava nakað at geva stovninum og er sera spent uppá uppgávuna og nýggju avbjóðingina.
Starvið er sett til at byrja 1. juli og dagliga arbeiðsplássið verður barnagarðurin Mýrifípan í Trongisvági.