Leygarkvøldið 22. mars kl. 20.00, fær Tónleikasamtakið Grót forkunnuga vitjan.
Á fyrsta sinnið nakrantíð, fer Kári P. at spæla konsert í Tøting. Eisini fær Grót vitjan av unga og evnaríka klaksvíkssjingin Hans Andrias Jacobsen.
Øll kenna vit Kára P., sum kann metast sum ein tónleikalig legenda í Føroyum, hann er ein av okkara dýrgripum innan vísusang.
Hóast Kári P. bert hevur tvær tónleikaútgávur á baki, kunna tær báðar útgávurnar Vælferðarvísur frá 1978 og Hinumegin Ringvegin frá 1991, roknast sum sannar fólkaognir og koma tær altíð at standa sum varðar fyri føroyska tónlist.
Hans Andrias Jacobsen er ein ungur sangari og tónleikari úr Klaksvík. Í desember 2012 vann hann heiðursløn sum Ársins nýggja tónleikanavn á Planet Awards hjá Miðlahúsinum. Hann syngur fólka og blues tónleik. Hans Andrias er ein av limunum í Grandma's Basement, sum eisini hevur vunnið eina Planet heiðursløn á Planet Awards 2010.
Atgongumerki fáast til keyps við dyrnar frá kl. 19.30.
Um fólk ynskja at tryggja sær atgongumerki, kunnu hyggja á facebook síðuna hjá Grót. Eisini ber til at senda ein teldupost til tsgrot@gmail.com.
Avløgd atgongumerkið skula heintast í seinasta lagi kl. 19.45 leygarkvøldið.