- Sum støðan er nú, er tað mest sannlíkt, at málið um Eysturoyartunnilin dettur niðurfyri og verður ikki samtykt í Løgtinginum.
Tað staðfestur Jákup Mikkelsen, tingmaður og formaður fyri tingmanningina hjá Fólkaflokkinum.
Málið hevur skapt so mikið av politiskari órógv, eisini í samgonguni, at hann stúrir fyri, at einki hendur.
- Tað er ógvuliga ivasamt um ætlanin um Eysturoyartunnilin ber á mál, staðfesti Jákup Mikkelsen á fundi í Havnar Framburðsfelag, sum er valfelagið hjá Fólkaflokkinum í Havn.
Jákup Mikkelsen er eisini sannførdur um, at Kári P. Højgaard fer ikki at taka uppskotið aftur.
- Hann vil síggja tað fella, so at hann kann verða martýrur og so at hann kann geva øllum øðrum skyldina fyri, at Eysturoyartunnilin verður av ongum.
Hinvegin duldi Jákup Mikkelsen heldur ikki fyri, at hann vildi treyðugt hava løgtingsval nú.
- Eg tori at siga við stórari vissu, at verður val nú, fáa vit eina samgongu ímillum Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, sigur hann.
Og tað helt hann, var sera óheppið við teimum avbjóðingum, samfelagið stendur fyri í hesum døgum, har ES hevur boykottað okkum.
Sjálvur tekur hann undir við einum privatum tunli, tí tað er eitt privat felag, sum skal gera hann, uttan at tað nervar landskassan. Og tað var ikki gamalt í Fólkaflokkinum at hava fortreð av, at nakar hevði vinning, heldur hann.
Formaðurin í valfelagnum hjá Fólkaflokkinum í Havn, ræðist ikki eitt val.
- Ongantíð betri at vit fingu væl nú, sigur hann.