Kári Nielsen funnið gaggurnar

Kári Nielsen verður aftur ein partur av hópinum hjá AB. Tað váttaði hann til venjing hjá argjamonnum í kvøld. 35 ára gamli miðvallarin hevur annars ikki vant við í ár, og boðaði frá at hann gavst í fjør.

 

- Eg veit ikki hvussu tað kennist at spæla fótbólt sum 35 ára gamal, men tað fari eg at royna nú, sigur Kári Nielsen, ið hevði føðingardag í gjár, skemtandi við in.fo.

 

Hóast hann er blivin 35 ár, so steðgar tað ikki miðvallaranum, sum hevur spælt við AB síðani 2013.

 

- Eg sá at Fróði Benjaminsen var byrjaður aftur í HB. Hann er 38 ár, so nú má eg eisini fara at finna mær gaggurnar fram aftur, sigur Kári Nielsen.

 

Argjamenn spæla sunnudagin móti B68 í 1. umfari í Effo-deildini. Kári Nielsen verður ikki við til tann dystin. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum, umframt dystunum NSÍ-HB og B36-ÍF, ið verða í morgin klokkan 15.