Kári Leivsson innleiðir Geyksreiðrið

Frá Filmsfelagnum: Í heyst fyllir Filmsfelagið 60, og tí eru fýra klassiskarar settir inn millum teir nýggju arthouse filmarnar, sum verða sýndir mikukvøld.

Fyrsti var skotski ”Trainspotting”, sum Chik Collins innleiddi, og mikudagin 7. september fer Kári Leivsson, sálarfrøðingur, at innleiða sýningina við amerikanska filminum ”Geyksreiðrið”.

 

Tað var Milos Forman (1932–2018), sum í 1975 gjørdi ”One Flew Over the Cuckoo’s Nest”, ið vann fimm Oscarvirðislønir og byggir á skaldsøgu hjá Ken Kesey (1935–2001).

 

Hin trífalt Oscarvirðislønti Jack Nicholson er Randall McMurphy, ið er ákærdur fyri neyðtøku, og mettur at verða so vandamikil, at hann skal leggjast inn á eina deild fyri sálarsjúk, heldur enn at verða settur í fongsul.

 

Her kemur hann inn í eina kensluleysa samfelags- og viðgerðarskipan, sum fyrst og fremst verður lýst við yvirsjúkrasystrini, Nurse Ratched, hvørs atferð McMurphy ikki á nakran hátt kann sættast við.

 

Í staðin øsir hann hinar sjúklingarnar, ella klientarnar, upp, og fær teir at krevja sín rætt, og ikki á nakran hátt at geva seg undir hesa meiningsleysu yvirvøld. Samstundis er tað áskoðaranum greitt, hvør vinnur í ójavna dystin um maktina á afturlatnu deildini.

 

Enn tann dag í dag eru flestu ummælarar á einum máli um, at hetta er týdningarmesti filmur, sum lýsir støðuna hjá sálarsjúkum á afturlætnari deild. Filmurin kveikt Føroya fyrsta filmsleikstjóra, Katrina Ottarsdóttir, at útbúgva seg innan film.

 

Filmsfelagið vísir í heyst fýra klassikarar, nú 60 ár eru liðin, síðan felagið varð stovnað í Havnar Bio.

 

(Tekstur: Filmsfelagið)