Kári kundi verið snildari

Hóast hann var rúkandi ósamdur við Landsverki, kundi Kári P. Højgaard lættliga sloppið undan at brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna

 

 

Kári P. Højgaard hevur við grovum ósketni brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna. 

 

Tað stendur eftir sum ein partur av niðurstøðuni hjá Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóra.

 

Kanningarstjórin leggur í síni frágreiðing áherslu á, at hóast Kári P. Højgaard var ósamdur við Landsverki, so kundi hann á sera einfaldan hátt sloppið undan at staðið eftir sum lógarbrótari.

 

Avgerandi fyri fyrrverandi landsstýrismannin er, at hann ikki lat tinginum eina frágreiðing, sum Landsverk hevði givið honum í 2013. Frágreiðingin lýsti meirkostnaðin við at gera undirsjóvartunnilin millum Streym- og Eysturoynna í privatum høpi.

 

Undir avhoyringunum hava Kári P. Højgaard og hjásitari hansara roynt at argumentera fyri, at landsstýrismaðurin metti talan vera um villeiðandi tøl, men hesi páhald verða øll afturvíst av kanningarstjóranum.

 

- Kári P. Højgaard kundi valt at latið tinginum tølini frá Landsverki, samstundis sum hann læt tinginum sínar egnu viðmerkingar. Hetta hevði verið ein einfaldur háttur at tryggja seg ímóti ákærum um at fjala upplýsingar fyri løgtinginum, samstundis sum hann hevði gjørt greitt, at talan eftir hansara fatan var um villeiðandi upplýsingar, skrivar Gammeltoft í frágreiðingini.

 

Samstundis slær kanningarstjórin fast, at fyri tað um landsstýrismaður ikki hevur álit á einum stovni, gevur tað honum ongan rætt til at afturhalda útrokningum og upplýsingum.