Báðir teir føroysku luttakararnir í X-Factorkappingini hjá TV2, Tina Mellemgaard og Kári Fossdalsá, komu víðari.
Tá hyggjaraatkvøðurar vórðu taldar, var tað Tina Mellemgaard, sum varð rópt upp sum tann fyrsta at koma víðari í kappingin. Men sum altíð, so verður sagt, at tey verða rópt upp í tilvildarligari raðfylgju.
Men tá kemur til tey síðstu tvey, so er spenningur. Og tað vísti seg, at Kári Fossdalsá stóð eftir saman við duo'ini Tobias Kølsen Herskind og Malthe Sejthen. Og so var tað uppgávan hjá dómarunum at gera av, hvør skuldi út.
##med2##
Siðvenja er, at tá tað er tann sami av dómarunum, sum eigur báðar luttakararnar í vandabólkinum, so sum tað var í kvøld, so atkvøða hini soleiðis, at tann dómarin sjálvur kann velja.
Og valið fall á Kára Fossdalsá, sum tí er víðari í kappingini saman við hinum sjey luttakarunum.
So nú eru tveir føroyingar, Tina Mellemgaard og Kári Fossdalsá, eftir í kappingini, nú átta luttakarar eru eftir.
##med3##
##med4##