Kari Killén í Føroyum

Eini 300 fólk á temadagi um vansorgan

vansorgan
Rigmor Dam

Føroya Barnaheim var í síðstu viku vertur fyri altjóða viðurkenda serfrøðinginum innan vansorgan av børnum, norsku Kari Killén, sum var her heima og helt fyrilestrar og skeið. Dr. philos. Kari Killén, ið hevur doktaraheiti í vansorgan og vanrøktan av børnum, hevur skrivað nógvar bøkur um evnið, og var í eitt áramál ovasti fyri altjóða felagsskapin, sum starvar innan hetta økið. Í dag er Kari Killén granskari við norska stovnin fyri gransking innan uppvøkstur, vælferð og aldurdóm (NOVA).
At hon er tiltikin góður fyrilestrahaldari, prógvaði hon til lítar við almenna fyrilestrinum á læraraskúlanum mikukvøldið, har eini 270 fólk vóru og lurtaðu, og aftur á temadegnum á Hotel Føroyum leygardagin, har 280 fólk luttóku. Tá leiðarin á Barnaheiminum, Finnur Helmsdal, setti seg í samband við Kari Killén, var svarið hann fekk, at álmanakkin var fullur fram til 2005. Men tíbetur eydnaðist tað kortini at lokka hana hendanvegin longu nú.
Høvuðsboðskapurin, sum Kari Killén ferðast kring um í heiminum við, er, at fólk aftra seg við at fara inn í mál um vansorg-an, tí tey eru bangin, og vita ikki hvat tey skullu gera. Á fyrilestrum greiðir hon eitt nú frá, hvat vansorgan er, og hvussu vit kunnu stuðla og hjálpa einum barnið, sum er fyri vansorgan. Hon sigur, at vit skulu seta inn so tíðliga sum til ber og at vit skulu flyta fokus frá foreldr-unum og teirra trupulleikum, yvir á at hjálpa barninum, sum livir við ótta, harðskapi og misnýtslu í gerandisdegnum. Við einum livandi málið, skilligum glarum og nógvum dømum, gevur hon áhoyrarunum nøkur konkret amboð at nýta í arbeiðinum við børnum, umframt eina ørgrynnu av eldri og nýggjari vitan.