Kári hevði víðar heimildir

Landsstýrismaðurin hevði allar heimildir at gera avtalu við CIP um fíggjan og ger av undirsjóvartunli. Eisini heimild at undirskriva eina avtalu um break-fee

Kanningin, sum Hans Gammeltoft Hansen í dag hevur handað løgtinginum, staðfestir tvey brot á stýriskipanarlógina.

 

Lesið eisini: Løgmaður segði ósatt

 

Men hon staðfestir eisini, at løgtingið hevði givið landsstýrismanninum í innlendismálum rættiliga víðar heimildir í hansara royndum at gera undirsjóvartunnilin til veruleika.

 

Lesið eisini: Kári P. Højgaard handlaði í grovum ósketni

 

Soleiðis staðfestir kanningin millum annað, at einki var til hindurs fyri at gera sonevndu break-fee avtaluna Copenhagen Infrastructure Partners. Ein avtala, har landskassin heftir við eini einari millión, hóast júst hetta tunnilsprojektið varð av ongum.

 

Hans Gammeltoft Hansen staðfestir, at fyri at gera slíka avtalu, krevst, at heimild er at samráðast, og at játtan er tøk. Samstundis leggur kanningarstjórin dent á, at í eini verkætlan av hesi stødd er ein break-fekk á ongan hátt eitt óvanligt fyribrigdi. Ráðgevararnir hjá landsstýrismanninum søgdu undir samráðingunum, at tað ikki var nakað órímilligt krav frá CIP, tá teir vildu hava ein break-fee klausul við í avtaluna, og niðurstøðan hjá kanningarstjóranum stuðlar hesum sjónarmiði.