Minnini og løturnar saman við Kára á Rógvi skola inn yvir meg, nú eg hoyri, at hann ikki longur er okkara millum. Vit arbeiddu saman á Føroya Løgtingi frá 2008-11. Umboðaðu hvør sín flokk, vóru rættiliga javngomul, uppvaksin á Argjum og bæði sótu á tingi á fyrsta sinni.
Hann gjørdi mína tíð sum politikari væl litríkari. Eg helt hann vera so stuttligan og undirhaldandi – dugdi sjáldsama væl at siga frá, og vitugur sum fáur. Søgur, skemtisøgur gaman og álvara. Kári var so hugtakandi. Vit flentu nógv saman, og mær dámdi hann so avbera væl.
Ymiskt er, hvussu væl fólk fyrireika seg, tá tey halda røðu á tingi – og ymiskt er, hvussu kveikjandi og innihaldsrík røðan er. Mína tíð á tingi var Kári á Rógvi ein teirra eg tímdi allarallarbest at lurta eftir, tá hann hevði orðið. Umframt tað, at røðurnar vóru fyndugar og stuttligar, so hugsaði eg ofta:Honum kann eg læra nógv av.
Eisini tað, at hann tosaði so hjartaliga um, hvussu týdningarmiklar ymisku lógirnar vóru og kom við ítøkiligum dømum. Tað var so hugaligt at leggja oyra til. Ein av mongu ógloymandi perlunum hjá Kára á Rógvi var, tá hann undir viðgerð av lóg um rættartrygd, fyrst hugleiddi um týdningin av lógini. Hon var stór í vavi og kortini tók viðgerðin bert ein góðan klokkutíma. Hann tók nakað soleiðis til frá tingsins røðarapalli: “Tað kann undra, at hetta høga ting hevur brúkt ein góðan tíma at viðgera hetta stórmál, sum rættartrygd er, meðan tað tók góðar 7 tímar at viðgera spurningin, um at skifta ljósini í Leynatunlinum!” Kundi ikki veri meiri samd við honum. Minnist, at eg eisini tá hugsaði, at hann var so sera væl mæltur. Tí mangan var hugstoytt, hvørja viðgerð ymsu málini fingu.
Minnist, at eg eina ferð hevði gjørt eitt uppskot til samtyktar. Vildi fegin undirbygt tað betur. Kári á Rógvi kom framvið, har eg sat og arbeiddi. Spurdi, hví eg sá so ónøgd út. Hann bjóðaði sær til at hjálpa mær, og 1-2-3 so vóru grundgevingarnar greiðari, fleir og betri undirbygdar. Glað var eg og takkaði. “Vælgagnist tær, men eg taki ikki undir við hasum uppskotinum. Men vit kunnu væl altíð hjálpast at kortini,” svaraði Kári.
‘Tvørpolitiskt samstarv fyri nýggjar politikarar’ nakað soleiðis var heitið á bólki, sum Kári á Rógvi skipaði fyri. Vit høvdu nakrar góðar fundir, og eg minnist, at hann hevði skerpikjøt við til okkara á hesum fundum.
Hetta vóru nakrar av mongu upplivingum mínum saman við Kára á Rógvi, og eg kundi nevnt fleiri. Tí hesin maður var á so nógvar hættir ein fyrimynd. Ein fyrimynd, sum eg lærdi nógv av, hevði tað stuttligt saman við og sum mær dámdi so sera væl at práta við.
Tá hvørgin okkara var valdur innaftur á seinasta vali, skrivaði hann til mín og bað meg koma at lesa á Setrinum. Nú hevði eg jú tíð til tess. Tað var so hugaligt at hoyra hann grundgeva, hvussu umráðandi lærdómur og útbúgving er. Eg segði honum, at einaferð – fyrr ella seinni - fór eg fyri vist at lesa aftur. Og so skoytti eg upp í, sum satt er, at øll, sum eg tosi við, hava havt á orði, hvør úrmælingur tú ert sum undirvísari. Hugsi, at øll, sum vara av Setrinum gráta sáran um missin av gávuríka professaranum.
Eg sendi tykkum, sum eftir sita: kona, børn, systkin og foreldur allar góðar tankar. Jesus pápi verði hjá tykkum. Steinbjørn B. Jacobsen, sáli, misti dóttrina Lív í ferðsluvanlukkuí 1980, tá hon var smágenta. Í sváru sorgini skrivaði hann millum annað í lítlu bókini um hana - eisini hesi orð: Heldur vil eg missa teg, enn ongantíð at hava hitt teg.
Takk fyri góðar ríkandi løtur, Kári.










