Kári er vónbrotin

Hesa ferð hendi tað sjáldsama, at samgongan og andstøða vóru samd um at vera ímóti Kára P. Højgaard

 

Tað er púra óskiljandi!

Tað staðfestir Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin.

Hann er ógvuliga vónbrotin av løgtinginum –bæði samgonguni og andstøðuni.

Beint fyri páskir, viðgjørdi løgtingið eitt uppskot frá Kára P. Højgaard um at hækka fólkapensjónina hjá pensjónisthjúnum, so at hon verður tann sama sum hjá tveimum pensjónistum, sum búgva saman, uttan at vera giftur.

 

Eini hjún, sum ikki hava aðra inntøku enn fólkapensjón og samhaldsfasta, fáa nevniliga 16.500 krónur í pensjón, tilsamans, aftan á skatt. Men eitt sambúgvandi par fær 19.700 krónur í pensjón.

 

Sostatt fáa tveir pensjónistar, sum búgva saman í sama húski, uttan vera giftir, 3.200 krónur meiri í fólkapensjón, enn giftir pensjónistar fáa, hóast útreiðslurnar eru tær somu.

Tí legði Kári P. Højgaard uppskot fyri løgtingið um at javntseta hjún og sambúgvandi pensjónistar. Men tað vildi løgtingið ikki – og hesa ferð hendi tað sjáldsama, at bæði andstøða og samgonga vóru samd um at siga nei.

Kári P. Højgaaard skilir ikki, hví løgtingið ikki kundi samtykkja tað. Hann vísir á, at bæði samgongan og andstøðan hava annars boðað frá, at tey eru samd í, at hetta er skeivt og tað sama hevur Annika Olsen, landsstýriskvinan eisini boðað frá.

Men ført verður fram, at skulu giftir og sambúgvandi pensjónistar javntsetast, fer tað at kosta landskassanum einar 55 til 65 milliónir. Og bæði Annika Olsen, og samgonga og andstøða vísa á, at tað hevur landskassin ikki ráð til í løtuni.

 

Hinvegin halda samgongan og andstøðan, at hetta er ein spurningur, sum eigur at verða tikin upp í sambandi við ætlaðu pensjónsnýskipanina.

Men Kári P. Højgaard skilir ikki, hví løgtingið ikki vil rætta viðurskifti, sum allir partar viðurkenna, eru skeiv.

- Tá ið allir partar viðurkenna, at tað er skeivt at gera slíkan mismun á pensjónistum, kundi løgtingið í minsta lagi samtykt, at hetta skal verið ein partur av pensjónsnýskipanini, men tað vildi hvørki samgonga ella andstøða.

Hann vísir eisini á, at málið hevur at kalla onga viðgerð fingið. Rættarnevndin hjá løgtinginum hevði tað á skránni einar fýra ferðir, uttan at viðgera tað, og so varð málið viðgjørd, og niðurstøða gjørd á einum og sama fundi.

Kári P. Højgaard helt kortini ikki, at løgtingið skuldi fáa høvi til at fella uppskotið, tí tað heldur hann, hevði verið ein vanlukka fyri pensjónistar. Tískil tók hann uppskotið aftur, áðrenn tað yvirhøvur kom til atkvøðugreiðslu