Kári er stórt sæð nøgdur við kanningina

Málið er tó at fáa tveir tinglimir

Veljarakanning: Formaðurin Sjálvstýrisflokkinum er rímiliga væl nøgdur við veljarakanningina hjá Gallup, sum gevur flokkinum 4,5 prosent av atkvøðunum, og eina framgongd uppá 0,3 prosent í mun til seinasta løgtingsval.

 

Kári P. Højgaard staðfestir, at Sjálvstýrisflokkurin sjáldan ger tað gott í veljarakanningum, men at hendan seinasta kanningin avgjørt var ein av teimum betru. 

 

Undir myndini ber til at hoyra eina ljóðsamrøðu við Kára P. Højgaard um veljarakanningina.