Kardemummumuffur

Send tína bestu uppskrift inn til Sosialin og fá eitt gávukort á 300 kr frá Thomas Dam búnýti. Hesa vikuna eru tað leskiligar kardemummumuffir á skránni.

2 egg

2 dl av sukuri

1 dl av raps- ella majsolju

1 1/2 dl av vaniljujogurti

1 1/2 spsk av kardemummu

1 1/2 spsk av vaniljusukuri

2 tsk av bakipulvri

4 dl av hveitimjøli

Perlusukur


Píska egg og sukur. Rør oljuna og jogurtið varisliga í. Blanda turra tilfarið og síla tað í deiggið. Stoyt í muffinsformarnar og pynta við perlusukuri. Baka á 225°C í umleið 15 min.


Tip:

Hesar muffurnar kunnu eisini gerast við vaniljukremi ímillum. Tá stoytir tú fyrst muffinsdeiggið í formin, síðani vaniljukremið og síðani muffinsdeiggj omaná. Bakast líka leingi.


Vaniljukrem:

1 egg

1 spsk av sukuri

3/4 spsk eplamjøli

2 dl av mjólk

1 spsk av vaniljusukuri


Blanda egg, sukur, eplamjøl og mjólk i eina grýtu. Kóka upp á lágum hita og kóka, til kremið er tjúknað. Tak av plátuni og lat kølna. Lat síðani vaniljusukurið í.