Kardamummur og jól - hond í hond

Nú nærkast til jóla og angin av teim ymisku jólakryddunum ber boð um hugna og stákan.

Heilar grønar kardamummur eru allarhelst mest nýtta og eksotiska kryddið yvirhøvur. Søgan hjá indisku kardemummunum er líka gomul sum søgan hjá mannaættini.

Kardamummur vaksa best í skugga í fjallalíðunum í suðurindisku landslutunum Kerala, Tamilnadu og Karnataka.

Heilar og turkaðar kardumummur eru uml. 1 cm. langar. Tær skulu helst verða grønar og mugu ikki blíva ov turkaðar, og frækornini mugu ikki verða ov bleik og misslitt.

Eru kardumummurnar hvítar, kann talan verða um, at tær eru bleiktar, hesar hava vanliga verri góðsku.
Kardamummur eru ikki heilt bíligar, og skulu brúkast við máta. Ov nógv kardumumma kann geva ein beiskan smakk.

www.apotek.fo