Havnar Sjónleikarfelag fer í heyst at pallseta leikin Fólk og Dólgar í Kardamummubýnum eftir Thorbjørn Egner.
Bókin og sjónleikurin eru millum best umtóktu barnasøgur yvirhøvur á okkara leiðum og sjónleikurin er fleiri ferðir fyrr settur á pall. Undirtøkan er hin sama hvørja ferð – útselt til hvørja sýning.
Flestu vaksnu kenna søguna um Kaspar, Jaspur og Jónatan, sum av neyð stjala sær eitt konufólk í Kardamummubýi, men alt gongur ikki heilt eftir ætlan.
Hetta er triðju ferð, at leikurin verður settur á pall í Føroyum. Fyrstu ferð var í 1987, og var hann frá fyrstu stund væl umtóktur.
Aðru ferð, í 2004, setti leikurin nýtt met fyri flestu sýningar. Ikki færri enn 62 ferð varð leikurin sýndur, frá frumframførsluni 29. oktobur til seinastu sýning 5. februar. Mett var, at yvir 6.000 fólk sóu leikin ta ferðina. Í fyrsta umfari vóru atgongumerkini einans til sølu í Sjónleikarahúsinum og Kunningarstovuni í Havn. Tað gjørdist tó skjótt greitt, at hetta var ikki haldbart, tí tey vóru útseld, áðrenn fólk aðrastaðni frá høvdu møguleikan at koma til Havnar at koma atgongumerki. Tí vóru atgongumerki til eykasýningarnar sendar út til kunningarstovurnar, men eisini tá var útselt eftir lítlari løtu.
Tað ferðina var tað Elin á Rógvi, sum leikstjórnaði. Dólgarnir vóru Nikolaj Falck, Finnur Jensen og Hjálmar Dam. Hetta var fyrstu ferð Hjálmar Dam royndi seg á palli í Sjónleikarahúsinum. Katrin L. Mortensen var Suffía mostur, Jógvan E. Ósá var Bastian politimeistari og Jógvan Salamon Joensen var Tobias í torninum.
Aftur til Kardamummubý
Men eitt nýtt ættarlið av børnum hevur uppiborið eina nýggja pallseting av leikinum, og í heyst verður aftur høvi at vitja í Kardamummubýi.
Hesaferð er Hjálmar Dam ikki dólgur, men leikstjóri, og hann ynskir at hana nógv fólk aftur at sær. Í hesum sambandi bjóðar Havnar Sjónleikarafelag til almenna upptøkuroynd í Sjónleikarahúsinum leygardagin 9. mai, klokkan 10.
- Brúk er fyri nógvum fólkum, og øll eru hjartaliga vælkomin at royna seg, sigur felagið.
Upptøkuroyndin fer fram á tann hátt, at tey sum vilja luttaka, skulu fyrireika eina lítla søgu upp á eini tveir til tríggjar minuttir, sum tey skulu “selja” seg við, og harumframt skulu tey saman við leikstjóranum arbeiða við einum ókendum teksti.
Kendi norski rithøvundurin Thorbjørn Egner hevur skrivað bókina um Fólk og dólgar í Kardamummubýnum. Harumframt hevur hann latið mangt annað úr hondum - serliga kendar eru søgurnar um Karius og Baktus, Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum og Djóragóða. Bøkurnar eru allar á føroyskum og er tað Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum hevur givið tær út. Fólk og Dólgar var fyrstu ferð givin út á føroyskum í 1980, 25 ár eftir upprunaútgávuna, men kom eisini í nýggjari føroyskari útgávu í 2002.
Eyðun Johannesen, sum týddi bókina til føroyskt, legði leikin til rættis sum útvarpsleik longu tíðliga í sekstiárunum og H. C. W. Tórgarð gav leikin við sangunum út á plátu og bandi. Sangirnir vóru eisini regluliga at hoyra í Útvarpi Føroya.