Karaoke á Glitnir

Hóskvøldið komandi fer nýggj karaoke-kapping av bakkastokki í Glitnir í Havn. Hetta kvøldið og tey trý komandi hóskvøldini verða innleiðandi umfør í kappingini, og fríggjakvøldið 1. desember verður so sjálv finalan hildin.
Kappingin er skipað í samstarvi við Atlantic Airways og Føroya Bjór, og millum vinningarnar er eitt jólaborðhald á RoseMcGees í Keypmannahavn. Teknast skal til kappingina hjá Glitnum, og er aldursmarkið fyri at taka lut sett til 18 ár.