So var aftur verkfall, og tað er sjálvandi eitt sindur keðiligt fyri tey, ið verða rakt. Tað er tað altíð, men soleiðis er tað bara. Í hesum føri mugu foreldur at smærri børnum leita sær ansingarhjálp frá ommum og abbum, umframt at nøkur børn ikki sleppa í skúla, tí stuðlar teirra eru í verkfalli. Her er altso talan um eitt vanligt verkfall, ið rakar nøkur, meðan tey allarflestu ikki merkja nakað til tað.
Pedagogarnir sita við Svartaperi, eftir at hava verið við í einum sokallaðum samstarvi við Starvsmannafelagið, Lærarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag, tí hesi hava í vikuni gjørt sáttmálar fyri seg. Onkur skrivaði undir sáttmála við ongari krónu í framgongd og ein annar fjaldi krónurnar, so tær nú eru í lønartalvuni og ikki sáttmálanum. Við at tosa um differentiering – eitt fremmandaorð, limirnir mugu sláa upp – hava fleiri av formonnunum í feløgunum gjørt støðuna uppaftur fløktari.
At eitt av feløgunum fór í verkfall og hini bara lótu, sum hevði tað einki við tey at gera, gevur helst góðan gróður undir gomlu sangregluna hjá Hans Andriasi, sum sang um ljós yvir landið og staðfesti, at “saman at halda var ei okkum givið”. Støðan á almenna arbeiðsmarknaðinum júst nú fortelur tað sama, tí hóast tað var ein feilur, ein “krúlla”, sum sendi pedagogarnar út í verkfallið, so løgdu hini feløgini ikki ein lort í tað, men skrivaðu undir sáttmálar við ongum innihaldi, heldur enn at stilla seg undir liðini á pedagogunum!
Sum onkur tók til, so hevði hetta “ikki gingið við Ingeborg”. Nei, tað hevði tað so sanniliga ikki, tí hon var til eina og hvørja tíð før fyri at fáa arbeiðsgevararnar at rista í brókunum. Ikki, tí hon var óðari ella óblíðari enn nakar annar, men tí at hon helt fast við tað, hon helt vera rætt – og hon bakkaði ikki, bara tí tað lotaði úr onkrum kjafti! Nú verður ikki hildið fast við nakað sum helst, fakfeløguni spjaðast í allar ættir, og tað hevur ongantíð verið lættari enn tað sama at verið arbeiðsgevari her á landi, tí har er hvørki mótspæl ella mótstøða!
Tá flatskatturin og pensjónirnar vóru á skránni, leikaðu fakfeløgini í við tómum orðum og karamellueskjum, men fingu heldur ikki tá sett eld í síni egnu. Nú eru mestsum øll kropin undir krossin og hava givið seg so undir arbeiðsgevararnar, at klárt er at sløkkja respiratorin, so lýsast kann við andlátinum hjá fakfelagsrørsluni. Ella, sum onkur skrivaði á Facebook: “Lítið brúkt Roses-karamellublikk við loki, ljóðar sum ein dreymur, fæst við at avheinta tað…”










