Karaktermorð í nýggjari tið 1:

Dreyfus og Tønnes tilburðirnir

Jón Ellendersen
--------------------------

Alfred Dreyfus (1859-1936) var jødi og kapteynur í franska herinum. Um aldarskiftið (1894-1906) var Frakland skakað av tí, sum seinni fekk heitið Dreyfus tilburðurin. Hesin tilburður avdúkaði rúgvusmikla korruptión í franska herinum og stjórnini og hótti við at býta landið sundur í tveir partar: Fyri og ímóti Dreyfus.

Eg havi fyrr nýtt Dreyfus tilburðin til at lýsa justits- og karaktermorðini, sum Dagblaðið framdi síðst í 70unum og fyrst í 80unum gjørdi móti serliga sokallaðum intellektuellum vinstrahallum, har ímillum William Heinesen. Men púra vanlig menniskju vóru um at fáa tilveruna lagda í oyði av teirra skriving.

Tá klappaðu teir somu menn, sum í dag hava framt tað, sum eg havi valt at kalla "Størsta karaktermorið í nýggjari tíð" í sínar smáu hendur, og herar mínir vóru eymir av øllum klappunum eg fingu frá somu monnum.

Í hesum føri ætli eg at nýta Dreyfus tilburðin til at vísa á, at Anfinn Kallsberg hevur verið fyri einum rættiligum karaktermorði, so vamlisligt og ófrættakent, at verður hesin óhepni streymur í føroyskum politikki ikki støðgaður, er ilt at meta um, hvar vit enda.

15. oktober 1894
Dreyfus Kapteynur verður handtikin fyri hásvikagerð orsakað av einum ikki dagfestum og ikki undirskrivaðum skjalið, sum fekk heitið "Bordereauið", har nakrir franskir hernaðarligir loynidómar verða umrøddir. Dreyfus verður ákærdur fyri at hava lati týskinum hetta skjalið.

22. desember 1894
Dreyfus verður av krígsrættinum dømdur til lívlangt fongsul, tignarlækkan og burtursøgn til "Djevlaoynna" (Cayanne), har hann gjørdist offur fyri ómenniskjansligari viðferð. Kona Dreyfus og bróðir hennara, Mathieu stríðast samstundis fyri at finna tann ella teir veruliga seku.
(Til sammetingar kann eg nevna, at seinasta stigið í "Anfinn Kalssberg tilburðinum" er at hann eisini er "politiskt dømdur" til tignarlækkan.)

1895
Á miðjum sumri fær oberstloytnanturin Piquart frænir av, at tað er majorurin, Esterhazy greivi, sum hevur skrivað Bordereauið. Tíanverri setur krígsráðharrin seg ímóti at sakin verður reist av nýggjum.

1896
Eitt parísblað skrivar, at Dreyfus als ikki er dømdur við Bordereaunum sum grundarlag, men hinvegin orsakað av treimum loyniligum skjølum "Dossierið", sum eingin annar hevði sæð uttan krígsrætturin. Enn einaferð setur krígsráðharrin seg ímóti at sakin verður endurskoða.
Piquart verður sendur til Afriku, men hevur tó ans fyri at kunna sakførara sín, Leblais um málið. Sakførarin letur vitan sína víðari til senatorin Scheurer-Kestner. Eftirmaður Piqarts, Henry oberstur visti, at Dreyfus var ósekur, men setti seg ímóti eini endurskoðan av dóminum "til tess at verja franska herin".

1897
Nýggj prógv verða løgd fram um, at Esterhazy er tann seki, og hesuferð er tað svágur Dreyfus, sum leggur prógvini fram.
Esterhazy verður tó fríkendur 11. januar 1898 á ein ógvuliga forargiligan hátt. Dagin eftir útgevir Emil Zola kenda ákæruritið "J?accuse" (Eg ákæri). Zola verður dømdur at sita í 1 ár, men flýggjar til London. Piqart verður koyrdur úr herinum.

1898
Hetta summarið gerst Cavaignac krígsráðharri og roynir hann at leggja eftir Dreyfus við "Dossierinum" sum grundarlag. Eitt av teimum 3. brotunum sigst at hava verið "ógvuliga avdúkandi". Stutt eftir avdúkar generalstaburin, at Dossierið er eitt falsskjal, skrivað av Henry obersti. Henry verður tí handtikin, men tekur lívið av sær í fongslinum. Samstundis flytir Esterhazy til London.
Ein samdur krígsrættur avger nú, at Dreyfus skal fyri rættin í Rennes. Samstundis sigur Esterhazy úr London, at tað var hann, sum skrivaði Bodereauið.
Rættarsakin er ein stórur sjónleikur. Sakførarin hjá Dreyfus slær fast, at har var ikki eitt einasta prógv um, at Dreyfus var sekur.
Hóast hetta, so verður Dreyfus dømdur at sita í 10 ár og tignarlækkanin verður styrkt.
Stjórnin bjóðar síðani Dreyfus at verða náðaður og Dreyfus tók av til tess at fáa møguleikar at prógva, at hann var ósekur.

1900
Dreyfus fær amnesti.

18. juli 1906
Dreyfus verður fullkomiliga fríkendur og gerst majorur í herinum við Piqart sum generalmajori.
Tað tók ellivu ár áðrenn rættvísin sigraði í Dreyfus tilburðinum.
Dreyfus fekk tó ikki loyvi at luttaka í 1. heimsbardaga.

1936
Dreyfus doyr í Sveis.
-----
Fyri nøkrum árum síðani tók ein norskur politikari, Tønnes, lívið av sær, tí hann var lagdur undir at hava framt eftirlønarsvik, men seinni kom fram, at Tønnes als ikki var so sekur. Men bøkur (átøkar Skjót Journalistin) vórðu skrivaðar og fjølmiðalarnir válkaðu sær í málinum. Og fylgjurnar vóru ræðuligar: Tønnes tók seg av døgum.

Leiðarin í Altjóða Reyða Krossi, Astrid Nøklebye, tók til orðanna móti hesum, sum bæði hon og onnur mettu sum eitt rættiligt karaktermorð.
- Fjølmiðlarnir forma meiningar og skapa eina almannahugsan. Teir geva fólki eina massiva uppliving av, at her er okkurt álvarsamt á vási. Øll skriva um sín lítla part, men eingin tekur ábyrgdina av heildini í teirr mynd, sum verður manað fram.

(framhald: Jantelógin og forroknilsi hjá Høgna Hoydal)