Klokkan átta í morgun byrjar rættarmálið ímóti fyrrverandi bosniaserbiska leiðaranum Radovan Karadzic, sum er ákærdur fyri krígsbrotsverk. Tað eydnaðist Radovan Karadzic at fjala seg í 12 ár, men í fjør bleiv hann tikin í Beograd og sendur krígsbrotsmannadómstólinum fyri gamla Jugoslavia, sum fer undir rættarmálið nú klokkan átta.
Í ákæruritinum er Karadzic ákærdur fyri 11 brot, millum annað fólkadráp, krígsbrotsverk og brotsverk ímóti mannaættini undir krígnum í Bosnia í nítiárunum. Kríggið kostaði umleið 100.000 mannalív.
Saman við generalinum Ratko Mladic stóð Radovan Karadzic á odda fyri teimum bosnisku serbunum. Mladic er skuldsettur fyri krígsbrotsverk, men hann er ikki tikin enn.










