Karadzic krevur frídøming

Fyrrverandi bosniaserbiski generalurin Radovan Karadzic, sum situr í varðhaldi hjá tí serliga Jugoslavia-dómstólinum í Haag, noktar seg sekan í ákærunum og krevur, at hann verður fríkendur. Tað kunngjørdu verjar hansara í gjár.

Tann 66 ára gamli Karadzic er ákærdur fyri fólkamorð og brotsverk ímóti mannaættini í sambandi við borgarakríggið í Bosnia í 1990-árunum, har umleið 100.000 fólk doyðu, og meiri enn tvær milliónir fólk mistu hús og heim.

Eitt nú er fyrrverandi generalurin ákærdur fyri at hava havt ábyrgdina av hópdrápinum í býnum Screbrenica í juli í 1995, tá umleið 8.000 muslimskir menn og dreingir vórðu myrdir.

-Eingin hevur verið førur fyri at prógva, at eg hevði ábyrgd av Screbrenica, og eg taki ikki undir við teimum, sum siga, at talan var um fólkamorð, hevur Karadzic sagt.

Radovan Karadzic varð tikin í Beograd í juli í 2008 og sendur til Haag.