Karadzic í Haag

Radovan Karadzic varð fluttur til Haag tíðliga í morgun og latin altjóða krígsbrotsmannadómstólinum Radovan Karadzic, sum bleiv fluttur úr Sarajevo til Haag tíðliga í morgun, kemur fyri altjóða krígsbrotsmannadómstólin longu í morgin.

Tá skal hann siga frá, hvørt hann játtar seg sekan í fólkamorði ella ikki.

Samstundis verður hann kunnaður um tær ellivu ákærurnar, sum eru reistar ímóti honum, og hann fær so 30 dagar til at gera sínar viðmerkingar til tær einstøku ákærurnar.

Serbisku myndugleikarnir gjørdu í nátt av at senda Radovan Karadzic til Hagg, soleiðis sum altjóða krígsbrotsmannadómstólurin hevði kravt.

Stór løgreglulið vóru á flogvøllinum í Rotterdam, og fleiri løgreglubilar fylgdu tí skottrygga bilinum, sum flutti tann 63 ára gamla Karadzic til fongslið uttan fyri Haag.

Radovan Karadzic hevur boðað frá, at hann vil ikki hava nakran verja.