Fyrrverandi bosniaserbiski leiðarin kemur fyri krígsbrotsmannadómstólin í Haag seinnapartin Klokkan trý seinnapartin skal Radovan Karadzic svara tí fyrsta spurninginum í altjóða krígsbrotsmannadómstólinum í Haag, hagar hann kom gjáramorgunin.
Tá verður hann eisini kunnaður um ákærurnar, sum eru reistar ímóti honum um fólkamorð og onnur krígsbrotsverk. Kríggið í Bosnia vardi frá 1992 til 1995 og kostaði umleið 350.000 mannalív.
Rættarhølið í Haag verður opið fyri áhoyrarum, og alt verður fest á sjónband.