Eins og altíð telist Frakland millum størstu favorittarnar til HM í manshondbólti.
Men í ár tykjast serfrøðingar ikki at hava givið fraklendingum eins góðar møguleikar og teir eru vanir.
Frakland hevði eisini ávísar trupulleikar í dystinum móti Brasil, ið fransmenn kortini vunnu 24-22.
Hetta kemst serliga av at skaðar hava gjørt um seg í franska hópinum, men nú er ein leikari við aftur, sum kann fáa avgerandi týdning.
Talan er um heimsstjørnuna, Nikola Karabatic, ið tríggjar ferðir er valdur heimsins besti leikari, sum tann einasti nakrantíð.
Franska stjørnan hevur leingi verið millum besti hondbóltsleikarar í heiminum, og heiðurin sum heimsins besti hevur hann fingið í 2007, 2014 og 2016.
Karabatic hevur verið skaddur í einar tríggjar mánaðar, og tað var sera ivasamt um hann fór at spæla HM.
Í dag komu so gleðiligu tíðindini fyri franska liðið, at heimsstjørnan er við í hópinum.
Sostatt er Frakland munandi styrkt, bæði í verju og álopi, og um Karabatic verður skjótur at finna støðið hjá sær, so munnu fraklendingar fara at teljast millum allarstørstu favorittarnar aftur.