Í Champions League dysti fyri felag sítt, THW Kiel, ímóti gamla felagnum, HB Montpellier, datt hann skeivt niður á vinstru øksl og noyddist beinanvegin av vøllinum. Enn er ikki greitt, hvussu álvarsligur skaðin hjá franska landsliðsspælaranum er, men tað er tó nógv, sum bendir á, at Frakland má vera hann fyri uttan til EM-endaspælið seinni í ár.