Kára Djurhuus hjá EB/Streymi/Skála er besti ungi spælarin hjá kvinnum.
- Hetta hevði eg ikki roknað við. Hetta er ein stórur heiður at fáa, so nú ætla vit at taka KÍ næsta ár, segði Kára Djurhuus, tá hon tók í móti virðislønini.
Kára Djurhuus er 16 ára gomul, hevur spælt 21 dystir og skotið 13 mál í ár.










