Teinurin ið svomið verður er frá nýggju samferðslukeiini í Øravíkarlíð yvir
til kaiina við flakavirkið. Hesin teinur er um 700 metrar. Byrjað verður
sunnudagin kl. 13.30 og luttakararnir skulu møta kl. 13.00.
Gamal siður
Tað at svimja kapp á sjónum er gamalt í Føroyum og hóast tað ikki hevur
verið svomið kapp á sjónum á jóansøku seinastu 30 árini, so mugu vera mong
ið minnast tað við fragd. Ikki minst var togtoganin millum svimjarar har
eina liðið var á molanum og hitt á keiini nakað í áskoðarunum dámdi væl.
Fyri nøkrum árum síðani skipaði Svimjifelagið Flot fyri kappsvimjing um
Skálafjørðin á skálafjarðarstevnuni. Tað ferðina vóru luttakararnir gott 30,
bæði menn og kvinnur ung og gomul. Síðani tá hava ikki verið kappingar á
sjónum við undantakið av svimjingini um Nólsoyarfjørð. Tann teinurin er um
5.000 metrar og sostatt í longra lagið fyri tann, ið ikki venur miðvíst.
Kapping fyri øll
Á jóansøku er ætlanin at øll kunnu luttaka, og tað kostar einki, eins og
teinurin uppá 700 metrar ger tað møguligt hjá flestu svimjarum at luttaka.
Treytirnar ella reglurnar eru fáar: svimjararnir skulu vera í vátdrakt og
tað er ikki loyvt at nýta fitjur. Steyp verða latin. Tilmelding kann fara
fram til 24. juni kl. 20.00 hjá Johan Martin Poulsen á telefon 280607 ella
mail jm_poulsen@yahoo.dk.