Kappsiglingin byrja

Fyrsta kappsiglingin fyri 4- og 5-mannafør var á Sundalagsstevnuni

Kappsigling

Bátarnir møttu í bátahylinum við húsið hjá Bátafelaginum kl. 14, og fingu har frágreiðing um siglingarleiðina, startin, og hvar boyurnar lógu, sum vendast skuldi um, fingu luttakaralista og nummur. Tilsamans 14 bátar vóru á startlistanum.
Tann báturin, sum lá fremstur alla siglingina, Hoyvíkingur, var so óheppin at bróta stýrið, tá ið teir vendu um seinastu boyuna. Teir máttu brúka ár og vórðu tí diskvalifiseraðir.
Bátur, sum kom annar um mállinjuna, Gjáarbáturin, gjørdist sostatt vinnari. Nummar 2 gjørdist Malli. Men tann báturin, sum var nummar 3 hevði ov stórt segl og varð tí somuleiðis diskvalifiseraður, og í hansara stað kom so bátur nr 5, Niels í Nesinum at verða triðjur. Eitt sindur av dramatikki er altíð, tá ið kappsiglt verður.
Næsta kappsigling verður á Eystanstevnu í Runavík sunnudagin 18. juni og triðja á Hvítanesi/Kaldbak sunnudagin 9. juli.
Seinasta kappsiglingin verður væntandi um miðjan august, tá ið Lions skipar fyri.
Til allar Kappsiglingarnar verða stig givin, soleiðis at 10 teir fremstu bátarnir fáa stig: nr.1 fær 10 stig, nr.2 fær 9 stig ... nr.10 fær 1 stig. Tá ið árið er av, verður føroyameistari funnin.
Fyri at gera kappsiglingina enn betur verður heimilað dómarunum at diskvalifisera bát, um hann ikki yvirheldur reglurnar.