Kappsigling á Skálafirði

Àrliga kappsiglingin við 4- og 5-mannaførum, ið Lions Club Eysturoy skipar fyri, verður á Skálafirði sunnudagin hin 17 august

kappsigling

Síðani 1970 hevur Lions skipað fyri hesi kapping, og hava tilsamans meira enn 150 ymiskir bátar luttikið í kappsiglingini í hesum tíðarskeiði. Fyrsta árið luttóku 20 bátar, men sum árini hava gingið hevur luttøkan vaksi javnt. Seinastu tíðina hevur luttøkan ligið millum 30 og 40 bátar. Tað er fyri tað mesta bátar av Skálafjørðinum og frá eystursíðuni á Streymoynni, sum plaga at kappast, tó eru einkultir bátar frá øðrum bygdum eisini.
Vinnandi báturin fær ferðasteyp og verður eisini steyp latið til 3 teir fyrstu bátarnar. Seinasta ár var tað Hoyvíksbáturin við Egil Simonsen, Tórshavn, sum vann siglingina, meðan Malli við Oddmar Joensen, Kollafjørður, gjørdist nr 2 og Vinur við Òla Mikkelsen, Tórshavn, bleiv nr 3.
Málið verður sum vanligt við høvuðspierin í Runavík. Alt eftir hvussu veðrið er, verður avgjørt sunnumorgunin, um siglt verður inn- ella úteftir fjørðinum.
Eins og undanfarin ár verður ein drekkamuður serveraður fyri luttakarunum í matarsalinum hjá Føroya Fiskavirking í Runavík.
Ì samband við kappsiglingina verður ein lutaseðil seldur og verður ágóðin av tiltakinum latin til vælgerandi endamál endamál í Eysturoy.