FM í 30 km einkultstart-kappsúkkling verður leygardagin hin 14.08.2004 í Havn. Tað er Tórshavnar súkklufelga sum skipar fyri kappingini.
Start og mál er á vegnum frammanfyri plantusøluna í Hoyvík. Súkklast skal til Kaldbaks, har vent verður og síðani aftur til málið í Havn.
Hvønn minutt verður ein kappsúkklari sendur avstað, til allir eru farnir. Tíð verður tikin í Kaldbak og aftur á málinum. Tann sum súkklar teinin skjótast verður føroyameistari.
Kappingin er fyri vaksin og unglingar.
Øll eru vælkomin at verða við, treytin er at góður súkkluhjálmur verður brúktur og at súkklan er í rímiligum standi.
Ofta taka ítróttarfólk, sum vanliga ikki súkkla kapp, lut í hesi kappingini. Til dømis eru róðrarfólkini sera væl fyri nú róðrarárið júst er liðugt, tey eru meira enn vælkomin at royna seg.









