Kappróðurin tjóvstartar

FM í inniróðri verður í dag. Kappingin byrjar klokkan 10.00 í Hoyvíkshøllini

Kappróðurin tjóvstartar í dag. Hetta er, tí at óalmenna óalmenna FM kappingin í kappróðri verður hildin í dag. Kappingin fer fram í Hoyvíkshøllini, og fyrsti róður verður klokkan 10.00. Áðrenn hetta verða innirógvararnir vigaðir og bólkaðir.

Niðanfyri er startrøðin:

Klokkan 10:00

Dreingir 12 ár og yngri (500m)

Gentur 12 ár og yngri (500m)

Klokkan 10:15

Dreingir 13-14 ár (1000m)

Gentur 13-14 ár (1000m)

Klokkan 10:30

Gentur 15-16 ár (2000m)

Kvinnur 17-18 ár (2000m)

Opin bólkur lættvekt kvinnur (2000m)

Opin bólkur tungvekt kvinnur (2000m)

Klokkan 10:45

Dreingir 15 til 16 ár (2000m)

Menn 17-18 ár (2000m)

Menn 35 ár og eldri (2000m)

Klokkan 11:00

Opin bólkur lættvekt menn (2000 m)

Klokkan 11:15

Opin bólkur tungvekt men (2000m) – Bólkur 1

Klokkan 11:30

Opin bólkur tungvekt men (2000m) – Bólkur 2

Steðgur

Klokkan 12:30

Liðkapping kvinnur

Klokkan 12:50

Liðkapping menn

Klokkan 13:10

Heiðursmerki verða handað