Annar FM kappróðurin í ár verður seinnapartin í dag á Sundalagsstevnu, sum hesa ferð verður hildin í Hósvík. Fyrsta skotið í barnaróðrinum verður klokkan 13, og klokkan 15 verður farið undir hinar róðrarnar.
Manningarnar skulu møta ein tíma frammanundan, at tær skulu rógva, og fyrrapartin er eyðkenda føroyska summarmyndin at síggja, nú bilar í ymsum støddum stevna til Hósvíkar við kappróðrarbátum á vogni aftanfyri.
Fyrr í ár varð samtykt á aðalfundi í Róðrarsambandinum, at allar FM kappingarnar í ár skulu vera á 1000 metrum. Soleiðis var tað á norðoyastevnu fyri tveimum vikum síðani, og soleiðis verður tað eisini í dag. Hetta er fyrsta ferðin, at tað bara verður kappast á 1000 metrum í Hósvík.
Sammett við á norðoyastevnu er luttakaratalið umleið´tað sama, sum tað var á norðoyastevnu. Onkur bátur er komin aftrat, og onkur, sum var við á norðoyastevnu, er ikki við hesa ferð. Merkisvert er tað, at Klaksvíkingur ikki er við hesa ferð. Tað var ongantíð ætlanin, at Klaksvíkingur skuldu luttaka í øllum kappingunum í summar. Hann var við á norðoyastevnu, tá ið klaksvíkingar góvu sigrandi Drekanum Reyða ein skarpan gang. So ljóðaði í nakrar dagar, at tað kortini fór at bera til at manna Klaksvíking á sundalagsstevnu, men tað eydnaðist ikki. Onkrir av teimum, sum róðu við í fyrstu kappingini, eru farnir av landinum í arbeiðsørindum.
Líkindini at rógva kapp eru góð, og tað man vera sjáldan, at líkindini at hyggja eftir kappróðri eru betri, enn tey fara at verða seinnapartin. Tað er mest sum stilli og turt, og hitin í Sundalagnum er nú á middegi 13-14 stig.
Klokkan 13.00
Barnaróður dreingir
6 Jomfrúgvin 1G
7 Svanur
8 Beinta
9 Junkarin
10 Spógvin
11 Jómfrúgvin
Barnaróður gentur
4 Títlingur
5 Teistin
6 Pílur
7 Ørnin
8 Tjaldrið
9 Firvaldur
10 Hulda
11 Beinta
12 Falkur
13 Blikur
14 Dúgvan
Klokkan 15.00
5-mannafør dreingir
6 Tekla 1G
7 Frúgvin
8 Blikur
9 Fípan Fagra 1G
10 Jallurin
11 Ternan
12 Hvassi
6-mannafør kvinnur
8 Lómur
9 Jarnbardur
10 Sølmundur 1G
5-mannafør kvinnur
7 Blikur
8 Teistin
9 Erla Kongsdóttir
10 Havfrúgvin
6-mannafør menn
5 Rádni
6 Smyril
7 Gongurólvur
8 Hvessingur
9 Jarnbardur
10 Sølmundur
11 Tvørabáturin
12 Lómur
5-mannafør gentur
5 Sílið 1G
6 Spógvin
7 Blikur
8 Silja
9 Fípan Fagra
10 Drekin 1G
11 Jallurin
12 Ørnin
8-mannafør
7 Argjabáturin
8 Knørrur
9 Kvívíkingur
10 Miðvingur
10-mannafør
7 Eysturoyingur
8 Havnarbáturin
9 Drekin Reyði
10 Ormurin Langi