Kappróður eisini í heyst

Nú er fyrsta stig tikið til at skipa fyri kappróðri uttan fyri stevnurnar.

Nú er fyrsta stig tikið til at skipa fyri kappróðri uttan fyri stevnurnar. Teitur Samuelsen og Fróði Magnussen, ið báðir eru íðnir rógvarar, hava tikið stig til at skipa fyri eini kapping í ódnartøkum í heyst.

 

Ódnartøk er nýggj grein í kappróðrarhøpi, og so vítt in.fo veit, var fyrsti róðurin av hesum slag á Ólavsøku í ár, tá 10-mannaførini róðu tvørtur um Eystaruvág. Teinurin er 140 metrar langur, so hetta er eitt slag av spurti, kanska lættast samanborin við 100-metra teinin í frælsum ítrótti.

 

Seinastu tíðina hevur nógv kjak verið um kappróður. Havt hevur verið á lofti, hvørt róðrarnir og stevnurnar skulu skiljast at, um teinarnir skulu broytast, um kappingarárið skal longjast og so framvegis.

 

Her á in.fo hava Ludvík við Stein, kappróðrarviðmerkari og Magnus Gaard, róðraráhugaður, verið frammi. Magnus Gaard segði soleiðis 16. juli:

- Tað hevði verið ómetaliga áhugavert at havt ein stuttan róðrartein á í mesta lagi 200 metrar, har tað galt um at spurta sum fyri lívinum allan teinin.

 

Les eisini Soleiðis menna vit kappróðurin í Føroyum 

 

Les eisini Kundu tað sama róð á Kaldbaksfirði eitt mikukvøld 

 

Nú sær út til, at hann fær sítt ynski uppfylt. Fróði Magnussen og Teitur Samuelsen hava nú sent innbjóðing út til kappróðrarfeløgini til heystkapping í ódnartøkum í Tórshavn. Kappingin verður skipað yvir tríggjar leygardagar í heyst, 6. septembur, 20. septembur og 4. oktobur.

 

Kappingin verður skipað soleiðis, at hvør manning rør tríggjar ferðir, og stig verða latin fyri hvønn róður eftir stigatalvuni hjá RSF. Tann báturin, sum fær besta úrsliti fyri dagin, fær stig eftir RSF stigatalvuni eftir samlaða útslitinum fyri dagin.

 

Tá allir tríggir róðrardagarnir eru avgreiddir, er tann vinnarin, sum hevur klára seg best allar tríggjar dagarnar.

 

Tilmeldingarfreistin er 2. septembur, so skjótt verður sjón fyri søgn, um áhugi er fyri tiltakinum.