Neystið, sum Strálan letur byggja við ytra bátahylin á Strondum, er 12 ferðir 10 metrar í innanduramáti. Bygt er í trimum hæddum, og neystið stendur innilokað.
Anfinn Gærdum, formaður í Stráluni, sigur, at neystið stendur í umleið 900.000 krónum, men her er eingin lánsskuld.
- Bygt hevur verið, sum ráðini eru, og ætlanin hjá Stráluni hevur ongantíð verið at tikið upp stór lán, tó at neyvan slepst undan av læna nakað av peningi.
Hann vísir á, at ætlanin er, at limirnir skulu gera ein part av arbeiðnum sjálvboðið, og haraftrat væntar hann, at felagið eins og higartil fær útvegað ein part av íløguni, sum eftir er, við ymiskum tiltøkum.
- Eitt av hesum tiltøkum verður so í bygdahúsinum á Strondum 2. hvítusunnudag við eitt nú trírættaðum døgurða og konsert við Árna og Marneri. Henda dagin verður eisini ymiskt annað til børnini, sigur formaðurin í Stráluni.
Teir tríggir kappróðrarbátarnir, sum Stálan eigur, hava pláss í niðastu hæddini í nýggja kappróðrarneystinum, og her verða eisini brúsur.
Miðhæddin fer at verða brúkt til venjingar, og á loftinum verður uppihaldsrúm, kaffikøkur og skrivstovur.
- Sum er, hava vit hølir til nýtslu í Bygdarhúsinum, og har hava vit eisini okkara innanduravenjingar við maskinum. Tá klárt verður at flyta inn í kappróðrarneystið, verða venjingaramboðini flutt oman í nýggju hølini, sigur Anfinn Gærdum.