Leygardagin 3. mai verður árligi brúktbilamarknaðurin á Skálatrøð, tá bilhandlarnir í býnum hava felags marknaðardag. Regin Joensen, ein av stigtakarunum, sigur, at eins og vanligt vera bestu umstøður at gera ein góðan handil.
– Hetta er eitt gott høvi at keypa, tí tú finnur mestsum handlarnar í býnum á einum stað, og teir vilja fegnir selja ein slíkan dag.
Øll Skálatrøð verður brúkt til marknaðardagin, og einir 250 bilar verða sýndir fram. Høvið verður sjálvandi eisini at royna bilarnar. Vinningar verða somuleiðis burturlutaðir millum teirra, sum ogna sær ein bil á degnum.
Regin Joensen sigur, at marknaðardagurin skal vera ein uppliving fyri øll.
– Her eru øll vælkomin, antin tey vilja keypa ella fáa sær eitt prát og njóta atmosferuna. Tað er ókeypis at koma inn, og vit bjóða kaffi og køku til øll.
Brúktbilamarknaðurin 2014 letur sum nevnt upp leygardagin 3. mai og verður opin frá 10 á morgni til 20 á kvøldi. Tað er Róðrarfelagið Knørrur í Havn, sum skipar fyri degnum í samstarvi við bilasølurnar. Peningurin, sum felagið fær í sín lut, fer til ítróttavirksemi felagsins.