Kappríðing við Leynavatn

Fyrsta FM-kappingin í ríðing í ár verður leygardagin

Ársins fyrsta FM-kapping í ríðing verður leygardagin við Leynavatn. Hetta skrivar Føroya Ríðingarfelag á heimasíðu sínari.

 

Luttøkutalið er til kappingina er 40 ross, sum verður sagt at vera nógv størsta luttakaratalið síðani aldarskiftið.

 

Veðurforsøgnin sigst at vera góð í vikuskiftinum, og tí heitir Ríðingarfelagið øll rossaáhugað at koma ein túr á Leynavatn leygardagin.

 

Kappingin byrjar leygardagin klokkan 15 við Leynavatn.