Kapprenning um at gerast fyrstur

Fyrrapartin í gjár lat nýggja matarøkið í SMS um. Nógv fólk, mest ung, vóru komin niðan at síggja og royna nýggju matarstøðini

Jan Christiansen, borgarstjóri, fekk æruna at klippa tað reyða, hvíta og bláa bandið inn til ávíkavist Perluna, Sunset Boulevard og Perluna.
Ein rúgva av fólki var komið saman uppi í SMS fyrrapartin í gjár, mikudagin, tá nýggju matarstøðini hjá SMS lótu upp. Seinastu tíðina hevur onki rættiligt matarstað verið í sølumiðstøðini, men í gjár fingu kundarnir ikki minni enn trý matarstøð at velja ímillum.
Skúlarnir hava helst verið tómligir henda morgunin, tí flestu fólkini, ið vóru komin saman, vóru ung.

Skjót tænasta

Tey trý matarstøðini standa øll lið um lið. Tað er lagt upp til góða og skjóta tænastu, so bíðitíðin verður so stutt sum møguligt. Eisini eru nógv góð sitipláss til allar teir ymsu kundarnar.
Nýggir reyðir, bleytir stólar eru settir upp, og minnir hetta ikki sørt um sølumiðstøðirnar í útlondunum nú.
Nýggju matarstøðini eru liður í fyrsta um- og útbyggingarstigið hjá SMS.
Týðiligt var, hvat var best umtókt. Røðin í Burger King, var nógv tann longst, men eisini í Sunset Boulevard høvdu tey úr at gera.
Nýggi roykipolitikkurin í SMS er eisini í nýggju matarstøðunum. Bert eitt lítið pláss er sett av til roykjararnar, so nú eru ikki-roykjararnir veruliga við yvirlutan.