Nú árið í ár er rørsluár vilja vit í Nólsoy eisini taka táttin upp og skipa fyri kapprenning á ovastevnu fyri vaksin og børn, sigur Karlot Hergeirsson. Menn og kvinnur fara at renna úr bygdini, av Træbrúgv (við fótboltsvøllin) og niðan á Oyggjarmúla.
At klára at renna niðan á Oyggjarmúla í einum hevur tey seinastu nógvu árini haft ein serligan status fyri nólsoyingar.
Renningin tók seg upp seinast í 70-árunum, tá nólsoyingar aftur fóru at rógva kapp.
Teinurin av Træbrúgv og niðan á Oyggjarmúla er 1550 metrar. Teir fyrstu 700 metrarnir eru eftir asfalti og grúsi, restin er hagalendi við veitum og øðrum góðum forðingum. Lendið hækkar alla tíðina, og teir seinastu 100 metrarnir er ein eitt sindur brættari brekka niðan á sjálvan Múlan. Startmálið á Træbrúnni er í tveir metra hædd, og málið á Oyggjarmúla er í 120 metra hædd. Men tað er ongantíð høgt og eingin vandi fyri at detta útav, so øll kunna vera við.
Renningin fyri børn verður nakað styttri, umleið 500 metrar. Av Træbrúgv út og runt flakavirkið, og heim aftur á Træbrúgv.
Tann endaliga skráðin fyri ovastevnu er ikki løgd enn, men meinigin er at hava renningina leygardagin klokkan15.00 fyri børn klokkan 17.00 fyri vaksin. Sí annars skránna, tá hon er lýst.
Tilmelding á karlot@kallnet.fo ella á staðnum ein tíma áðrenn renning. Kosnaðurin fyri vaksin er 50 krónur og fyri børn 20 krónur, sigur Karlot Hergeirsson, sum er fyrireikari av renningini.