Kappróðurin útsettur

Tað gongur ikki eftir ætlan at fáa gongd á kappróðurin á Sørvági í dag.

 

Vanligt er, at FM-róðurin byrjar klokkan, og tað skuldi hann eisini í dag, men nú er hann útsettur ein tíma.

 

Tað eru trupulleikar við startinum sum hava við sær, at róðurin ikki byrjar til ásetta tíð.

 

Í løtuni verður arbeitt við at fáa viðurskiftini í rættlag, so farast kann undir at rógva kapp. Barnaróðrarnir eru avgreiddir.

 

Tey, sum hava hug at fylgja við kappróðrinum á netinum, kunnu gera tað við at fylgja hesum leinki: kvf.fo/netvarp/live/kapprodur