Kappróðurin í Miðvági er útsettur

Tað ber ikki til at rógva teir túsund metrarnar fyrrenn tað er hálvfløtt, og tað verður tað ikki leygardagin fyrrenn klokkan fimm

Kappróðurin á vestanstevnu í Miðvági nú leygardagin verður ikki klokkan trý seinnapartin, soleiðis sum hann annars hevur verið á øllum hinum stevnunum í summar. Í staðin verður kappróðurin klokkan fimm seinnapartin. Tað varð greitt fyrr í hesi vikuni. Róðrarfeløgini hava fingið boð um hetta, og vit hava skilt tað soleiðis, at ferðin hjá Smyrli vestur í Vágar og aftur til Havnar og Suðuroyar er løgd eftir ? sammett við hinar stevnurnar ? óvanligu róðrartíðini.
At kappróðurin leygardagin er útsettur til klokkan fimm kemst av umstøðunum at rógva. Í Miðvági verður bara róð á túsund metrum. Málið er frá grótkastinum og inn ímóti sandinum. At siga, at tað verður róð inn ímóti sandinum, er kanska ikki heilt rætt. Endamálið er so at siga á sandinum, ella tað er so mikið tætt landið, at tað ber ikki til altíð at rógva alt málið.
? Tað er einki nýtt í tí, at tað er neyðugt at laga startin í kappróðrinum í Miðvági eftir sjóvarfallinum. Soleiðis hevur tað verið hvørja ferð, síðani grótkastið kom, og málið í Miðvági varð broytt, so tað bara verður róð á eitt túsund metrum og harvið innanfyri grótkastið.
Tað sigur Hannis Joensen, formaður í Róðrarsambandinum. Hann leggur afturat, at tað ber ikki til at starta róðurin, fyrrenn tað er hálvfløtt. Tað verður tað klokkan 17. Tá gongur tað akkurát at rógva, men tá broytast umstøðurnar rættuliga skjótt. Full flóð verður klokkan 19. Harðasti streymur í hesum umfarinum er nú fríggjadagin.
Sambært formannin í Róðrarsambandinum hevur verið tosað í Miðvági um, at fyrsta startskotið skuldi latast av klokkan 16.30. Men tað mæltu teir lokalkendu og royndu miðvingarnir frá. Teir mettu ikki, at tað fór at bera til at rógva á innasta partinum av róðrarteininum, tá tað ikki var meiri fløtt, enn tað fer at vera klokkan hálvgum fimm leygardagin.
Formaðurin í Róðrarsambandinum óttast ikki fyri, at tað fer at hava við sær, at tað fer at draga langt út á kvøldið, áðrenn 10?mannaførini sleppa framat, sjálvt um fyrsti róðurin ikki verður fyrrenn klokkan fimm:
? Fyri fýra árum síðani var FM kappróður í Miðvági. Ta ferðina settu teir met har vesturi. Ongantíð áður ella síðani hevur tað gingið so skjótt at avgreiða allar róðrarnar, sum tað gjørdi ta ferðina. Tá vóru tað ein tími og seks minuttir frá tí, at startskotið ljóðaði fyri fyrsta róðrinum og inntil 10?mannaførini vóru liðug at rógva. Alt valdast sjálvandi um veðrið. Men við royndunum frá seinastu kappingini í Miðvági í huga og við tí í huga, at tað higartil í ár hevur gingið skjótari og betri at skipa fyri, enn tað áður hevur gjørt, so er eingin orsøk at rokna við øðrum, enn at kappróðurin í Miðvági verður liðugur áðrenn útvarpstíð klokkan 18.30, heldur Hannis Joensen.