KAPPRÓÐUR
Fyrsti FM kappróðurin er av. Vinnararnir fegnast og ráðleggja um, hvussu tað skal haldast tørn um góðu støðuna. Tær manningarnar, sum vóru við í kappingini um fremsta plássið, bretta upp um armar og finna íblástur til at gera uppaftur meiri við tað soleiðis at tað á Kollafirði annan leygardag skal bera til at stíga síðsta fetið upp á ovasta trinið.
Summar manningar vóru bara við fyri at vera við, og tað kom á ongan hátt óvart á, at plaseringin ikki var nakað at reypa av á Norðoyastevnu.
Og so er fjórði møguleikin, at tað finnast vónbrotnar manningar, sum avgjørt roknaðu við, at tær høvdu møguleika at vera við í kappingini um fremsta plássið, men sum dumpaðu so rudduliga.
Men sambært tey, ið hava skil fyri tingunum, so er tað alt meiri vorðið soleiðis, at manningarnar hava allar møguleikar at lodda dýpið fyri at vita, hvat tær flóta.
Inntil rógvimaskinurnar rættuliga gjørdust kendar, vórðu bátarnir flotaðir flaggdagin. Tá høvdu rógvararnir gjørt eitt sindur við renningina og styrkisvenjingina frammanundan. Spenningurin undan Norðoyastevnuni var stórur, tí tað var ikki fyrrenn tá, at tað fór at vísa seg, hvussu venjingarstøðan var sammett við kappingarneytarnar.
Fýra sekund eru næstan tvær bátslongdir, og tað kundi vera munurin á tí, sum var fingið burturúr venjingunum frá flaggdegnum og inntil síðst í mai ella fyrst í juni.
- Nú er hetta heilt øðrvísi. Rógvimaskinurnar og innandura kappingarnar siga heilt greitt frá, hvussu støðan er. Allir FM róðrarnir eru einstakar upplivingar, har óvæntaðar umstøður og viðurskifti kunnu taka seg upp. Men tað er longu undan flaggdegnum, tá ið bátarnir áður vanliga vóru flotaðir, á maskinunum greitt, hvørjar manningar fara at vera við í FM kappingini, og tað er mest sum óhugsandi, at tann, sum ikki hevur vant heilt nógv, áðrenn bátarnir verða flotaðir, fer at hava nakran møguleika at gera um seg, sigur royndur rógvari.
Kappróðurin hevur skift ham, og hann krevur meiri tíð, enn hann nakrantíð áður hevur gjørt. Í fleiri ítróttargreinum verður sagt, at tað ber ikki til at venja meiri enn fýra ella í mesta lagi fimm ferðir um vikuna. Í kappróðrinum eru nógvar manningar hesa ársins tíðina í bátinum mest sum hvønn dag.
Tað er stutt sagt ein lívsstílur at vera kapprógvari. Inntil maskinróðurin rættuliga tók seg upp, var lívsstílurin galdandi frá flaggdegnum og fram til á Ólavsøku ella í tríggjar mánaðir. Nú er lívsstílurin hjá róðrarfólkunum hesin í allar uttan tríggjar mánaðir eftir Ólavsøku!