Hýrurin var ikki góður í róðrarleguni, tá ið tíðindini fyri stuttum bórust um, at eingin kappróður verður í summar.
Tað kom av álvara røringur í kappróðrarumhvørvið. Síðani hevur nógv kjak verið, og nú tykist tað vera vent í holuni.
Gamalt var, at kappróðrarbátarnir vórðu flotaðir flaggdagin. Higartil hevur millum lítið og einki verið at sæð til kappróðrarbátarnar, men nú letur til, at tað fer at verða øðrvísi.
Í kvøld boðar Róðrarsamband Føroya frá, at tað eftir fund við feløgini í dag verður farið undir at fyrireika róðrarárið.
RSF skrivar soleiðis:
Róðrarsamband Føroya hevur verið á fundi við kappróðrarfeløgini í dag.
Semja var um at byrja at rógva aftur í ár undir skipaðum umstøðum í mun til smittufyribyrging.
Avgjørt varð at venjingin byrjar í stigum, soleiðis:
27. apríl - Vaksnu manningarnar byrja at venja - Kvinnur og menn 5-, 6-, 8- og 10-mannafør
4. mai - Dreingja- og gentumanningarnar byrja.
11. mai - Eru umstøurnar til tað, byrja barnamanningarnar at venja.
Nærri kunning um kappingina kemur umleið hálvan mai.
Fyrsti FM kappróðurin var settur at vera á norðoyastevnu í Klaksvík leygardagin 6. juni.
Tað ber neyvan til hjá Klaksvíkar Róðrarfelag og klaksvíkingum at bíða til hálvan mai at fáa greiðu á, um tað skal farast undir at fyrireika kappróður fyrst í juni mánað.
Men boðini frá RSF í kvøld benda á, at ætlanin er, at tað skal vera kappróður í summar.