Sum tað sær út í løtuni er ikki ráðiligt at rógva kapp í Hósvík.
Høvuðsdómarin, Paula Eikhólm, segði nú í stuttari viðmerking við Kringvarpið, at fyrireikararnir og ábyrgdarpersónarnir meta vindin at vera so mikið frískan nú, at tað ikki ber til at rógva kapp.
Kappróðurin er fyribils útsettur, og tað kann væl vera, at tað ikki verður nakar kappróður á Sundalagsstevnu.
Gentumanningarnar vóru farnar út á startmálið og hitaðu upp. Nú rógva tær til lands aftur, uttan at tær hava kappast. Sum tað sær út í løtuni, so fara hvørki tær ella nakar annar at kappast ídag.