Seinnapartin í dag verður fyrsta síðan í einum nýggjum kapitli skrivað í føroyskari kappróðrarsøgu. Fyri fyrstu ferð nakrantíð fer at bera til at fylgja beinleiðis við í kappróðri. Ikki bara í útvaprsfrásøgnini, sum er so kend, og sum hevur so at siga borið kappróðrinum uppi, síðani Útvarp Føroya fór at senda í 1957.
Men í dag fer at bera til at fylgja við á skíggjanum. Tað fer at bera til at fylgja við á internetinum. Adressan er krf.fo. Hetta er heimasíðan hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, sum frammanundan er sera áhugaverd, og sum seinnapartin í dag verður uppaftur áhugaverdari.
Tað er Miðvágs Róðrarfelag, sum hevur tikið stig til sjónvarpingina, sum verður av endaspurtunum í teimum seks FM róðrunum.
Hannis Joensen, formaður í Róðrarsambandinum, sigur, at teir hava fingið eina umsókn frá Miðvágs Róðrarfelag, og at teir hava givið teimum loyvi at senda beinleiðis um internetið:
? Vit hava aðrar sáttmálar, sum vit sjálvandi hava hugsað um. Eftir at hava kannað viðurskiftini hava vit gjørt av at geva loyvi til hesa royndina, sum vit halda vera áhugaverda, sjálvt um teir, sum skipa fyri, undirstrika, at talan er um eina roynd.
Møguleikin er har
Tá Sjónvarp Føroya fyri heilt fáum árum síðani fór at senda endaspurtirnar frá teimum seks FM kappróðrarstevnunum, varð tað millum róðraráhugað mett sum stórt framstig, sjálvt um hetta var at síggja í sjónvarpinum fyrst tríggjar og so tveir dagar eftir, at kappingarnar høvdu verið.
Teknisku møguleikarnir eru stórir, og menningin gongur við rúkandi ferð. Tí er tað ikki undarligt, at tað nú verður roynt at senda kappróður á internetinum.
Tað er Kristian Eli Zachariasen, formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag og umsitari av heimasíðuni hjá róðrarfelagnum í Klaksvík, sum stendur fyri royndini. At hjálpa sær hevur hann Jónleif Jørgensen, sum er í nevndini í Miðvágs Róðrarfelag, og sum dagliga arbeiðir hjá Føroya Tele.
? Hetta er ein fyrsta roynd. Vit hava akkurát fingið skrivliga loyvi frá Róðrarsambandinum, sum sigur, at vit hava loyvi at senda, segði Jónleif Jørgensen fyrrpartin í gjár.
Kristian Eli Zachariasen heldur ikki, at munurin millum at taka myndir og at senda livandi myndir er serliga stórur, men hann undirstrikar enn eina ferð, at talan er um eina roynd:
? Vit seta eitt upptøkutól upp dygst við málið. Har hava vit á undanfarnu stevnunum tikið myndir upp, sum eru lagdar út á heimasíðuna hjá okkum. Munurin frá teimum ferðunum og til hesa ferð er, at nú tekur upptøkutólið livandi myndir, sum umvegis telduna fara beinleiðis á internetið. Talan verður um eina forskjóting upp á nøkur heilt fá sekund, men tað verður so gjørt beinleiðis. Sjálvandi verður góðskan treytað av, at vit bara hava eitt upptøkutól, men hetta er ein roynd, sum vit rokna við, at fleiri fara at hava áhuga í, sigur Kristian Eli Zachariasen, sum er formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag.
Á heimasíðuni krf.fo er meiri at frætta um royndina og hvat skal til fyri at tað skal bera til at fylgja við.










