Kappróður á Skála

Sammett við FM-kappingina í fjør vóru fleiri nýggir vinnarar á Skála um vikuskiftið

Kappróður

Um vikuskiftið var stevna á Skála. Talan var aftur í ár um seinastu stevnuna undan FM-kappingini, og tí var spenningurin hampuliga stórur um, hvussu ymsu bátarnir tykjast vera fyri í ár.
Og í so máta gjørdist úrslitini í nógvar mátar spennandi. Tað var nevnliga bert í tí eina róðrinum, at vinnandi báturin var hin sami, sum gjørdist føroyameistari í fjør. Hetta var í 5-mannaførum hjá gentum. Í øðrum førum gjørdu nýggjar manningar í nýggjum bátum um seg, so nógv bendir á, at vit komandi tveir mánaðirnar fáa eina sera spenandi FM-kapping.
Niðanfyri síggjast tríggir teir fremstu bátarnir í ymsu róðrunum.

5-mannafør, dreingir
1Blikur
2Sílið
3Tjaldrið

6-mannafør, kvinnur
1Jarnbardur
2Riddarin
3Páll Fangi

5-mannafør, gentur
1Fípan Fagra
2Blikur
3Drekin

6-mannafør, menn
1Páll Fangi
2Gongurólvur
3Strálan

8-mannafør
1Knørrur
2Kvívíkingur
3Argjabáturin

10-mannafør
1Vestmenningur
2Eysturoyingur
3Klaksvíkingur