Kappróður og Champions League á Norðhavn Regatta

Leygardagin verður fjølbroytt føroysk stevna í Keypmannahavn, tá Norðhavn Regatta verður hildið 10. árið á rað.

 

Byrjað verður á strondini, har Martin Fjallstein setir stevnuna. Síðani doypa tey nýggjan bát, sum Sámal Hansen, bátasmiður, hevur smíðað.

 

Kappróður hoyrir eini føroyskari stevnu til og 10 manningar fara at rógva í føroyskum seksmannaførum. Bárður Næs fer at varpa út frá kappróðrinum. Eftir loknan róður fer Karin Elspudóttir at handa steyp til vinnararnar.

 

Livandi tónleikur verður eisini á strondini. Jóhan í Kollafirði, sum flutti niður, fer at spæla. Dagfinn & Jógvan Óli og Tóri Restorff Jacobsen fara eisini at undirhalda.

 

Ókeypis heitur pottur og sneisabreyð á báli fyri børnum.

 

Leygarkvøldið er Champions League á skránni, men eingin nýtist sita heima av tí orsøk, tí hon verður víst á stórskíggja, beinleiðis av San Siro í Milan.

 

Aftan á verður føroyskur dansur og felagssangur. Asbjørn Strøm spælir harmoniku og Jóanes hjá Rosu guitar. Til dansin spæla The Three Rangers blandaðan 60’ara og nýggjari tónleik. Brøðurnir úr The Dreams Heini og Eirikur Corfitz eru í bólkinum. Tað er útisetafelagið Tvørabáturin, sum skipar fyri Norðhavn Regatta.